Árvakni lesarin hevur kanska uppdagað lýsingina her til høgru í løtuni, at vit eisini finnast á enskum. Hatta er ein blogga hjá mær kallað Swimmer’s Daily, sum hevur verið meira ella minni óvirkin seinastu árini, av tí at eg ikki ordiliga visti hvat ið eg vildi við henni. Men nú verður tað so: ein roynd at fáa okkurt líknandi enskt-talandi upp at standa sum www.svimjing.com.
Heimasíðuskipanin aftanfyri www.svimjing.com kann uttan størri hóvasták klára fleiri mál, sum merkir at vit í prinsippinum kundi umsett alt her á heimasíðuni til enskt. Men her eri eg sjálvur í iva, um tað verður for nógv stríð at umseta alt til enskt, og um vit risikera at missa nakað av ti ‘lokala’ her. So fyribils er skipanin meira sundurbýtt og einføld, at www.svimjing.com koyrir víðari akkurát sum fyrr, samstundis sum partur av tilfarinum verður skrivað á enskum eisni á www.swimmersdaily.com.
Heimasíðuskipanin hjá www.swimmersdaily.com er WordPress, sum í prinsippinum (enn) er meira avmarkað enn tann her á www.svimjing.com (Drupal), men sum hinvegin er ógvuliga frammalaga tá ið tað kemur til alt tað sosiala. Har er lætt at flætta saman við Facebook og Twitter og so framvegis, og fólkini aftanfyri eru ógvuliga framskygd.
So tað er tað … ein roynd at skriva eisini á enskum, til at síggja hvat tað kann føra til. Glaðir lesarar av www.svimjing.com eru meira enn vælkomnir at ‘frienda’ Facebook-síðuna hjá Swimmer’s Daily, dáma hana og tað vit skriva har, og kanska reypa vítt og breitt tá ið okkurt kemur um tykkum á enskum eisini. Tað er partur av endamálinum, at vit føroyingar skulu hava eitt talurør úteftir, at fortelja um alt tað sum hóast alt riggar so væl hjá okkum.
Eg elski myndina av startinum hjá hasum manninum, var tað ein myndamaður ella ?
Ordans kraftlop frá onkrum luttakara í fjølmiðla-svimjikappingini, sum tey skipaðu fyri í einari pausu á HM í Rom. Veldugt við øllum hinum eisini, sum taka mynd av myndamanninum.
Her er ein video frá tiltakinum. Og gevið gætur føroysku miðlar, at hetta vist nokk er ein traditión, við heiðursmerkjum og øllum. So tað at bara at byrja at venja … veit at Jón Brian er sæddur í svimjihøll nakrar ferðir 🙂
Woohoo, http://www.simma.nu/no skrivar nú um Biritu og svimjihylin á Toftum, við video frá svimjistevnuni her í vikuskiftinum. So vítt eg veit er tað enntá úrvalssvimjarin Sander Smørdal sum venur í Avstralia í løtuni ið skrivar, so vit koma vítt umkring 🙂