Sørin S. Djurhuus var fríggjakvøldið í Vági og skipaði fyri lívbjargingarskeiði, har 6 møttu og 5 fingu prógv, tann eina ikki tí at hon enn væntar tilhoyrandi fyrstuhjálpsskeið. Hetta er partur av arbeiðnum hjá Svimjisamband Føroya, at fáa so nógv sum gjørligt at kunna virka sum lívbjargarar. Vit hoyra har suðuri frá at tað var av finasta slag, eisini tí at tey vóru so fá, at tey kunnu koma ígjøgnum alt rímiliga skjótt.
Hasin har í handklæðnum minnir ikki sørt um hin vit sóu í Fuglafirði á sinni, eisini í føstu: