So hevur Iran eisini fingið sín úrvalsdepil

Sjálvur forsetin Dr. Mahmoud Ahmadinejad klipti snórin, tá ið nýggja “National Academy and West Asia Development Swimming Center” lat upp tann 24 februar 2011 í Iran. Depilin umfatar tveir 50 metra hyljar, ein innandura og ein uttandura, ein kavingarbrunn, ein 25 metrar upphitingarhyl, 10 saunair, 10 boblubað, 10 svimjihylar til hydraterapi, yvirnáttingarmøguleikar til 300 fólk, eina matstovu og fundarhøli til 400 fólk. Hann kostaði 20 milliónir amerikanskar dollarar at byggja, og varð klárur uppá bara 10 mánaðir. Lesið her á fina.org.

2 thoughts on “So hevur Iran eisini fingið sín úrvalsdepil”

  1. So vantar bert at teir læra at svimja 😉

    Ella kanska teir fylla hyljarnar við sandi til at spæla kamel-polo í 😉

    Annars flott at hetta bert tók 10 mánaðir at byggja…

    Tað var annars eitt argument hjá Helga A. at ein hylur ikki kann byggjast uppá nakrar mánaðir. Kanska tað er tí hann hugsar um byggitempo hjá Landsverk 😉

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.