20 ára gamli Jack Marriott byrjaði fyrst í ár at svimja ‘seriøst’, við at fara frá 3 venjingum um vikuna til 6, við síðuna av lestrinum til verkfrøðing á University of Oxford. Hann hevur svomið eitt sindur tá ið hann var yngri, men tað var nú bara aðru ferð at hann svam 50 firvald á langgeil, tá ið hann sunnudagin gjørdist bretskur meistari við tíðini 24.33, sum samstundis er besta tíð í Bretlandi í ár. Fyrru ferð gjørdist hann bretskur universitetsmeistari, við tíðini 24.56. Bretar taka ikki út nakran til HM fyri 50 firvald, men í morgin svimja teir 100 firvald.
Irriterandi at bretar ikki brúka loysnir sum eru lættar at embedda, men soleiðis er tað …
http://www.swimming.org/britishswimming/swimming/video/british-gas-swimming-champs-tv-day-two/8315/
50 firvald er 8:52-8:53 inni í videoini. Tey siga at hatta er sættbesta tíð nakrantíð, vælsagtans hjá bretum.
Hasin kemur ikki nær at kravtíðini í 100m
Annars ótrúligt sum bretar eru vánaligir til sprint hjá monnum. Síðan Mark Foster hevur eingin maður gjørt um seg í sprint, og sjálvur Foster var bert við í 50m frí í stuttgeil. 50m í langgeil var ov langt hehe.
Men teir hava so onkran kvinnuligan sprintara í heimsflokki í løtuni, og tað í 100m rygg, firvald og frí.
Bara fyri at vísa munin, so er 50m splitt tíðin frá seinastu HM finalu í 100m firvald so skjót sum 22,69 ella 4 metrar framman fyri bretan tá ið teir venda fyri at svimja hinvegin aftur hehe.
Annars hevur Mark Foster megna 23,51 í 2003 og sigur tað væl eitt sindur um støði hjá bretum beint nú tá ið okur tosa sprint firvald.