Streama beint frá kameranum við Livestream og Teradek Cube

Livestream.com og Teradek hava mennt hesa pakkaloysn til ‘live streaming’, har tú við hjálp av einum lítlum kassa uppi á videotólinum kann senda video í HD-góðsku beinleiðis út á Lifestream.com, við kápli, Wifi ella 4G. Góðskan skal vera ‘professional grade’, og tó so brúkar kassin ikki meira enn 2.5W javnstreym, sum kann fáast frá battaríum. Tú tastar Livestream brúkaranavn, loyniorð og rás inn yvir netið, og so er tað bara at trýsta á ein knøtt, til at senda. Kassin kostar einar 1600-2100 dollarar, og hartil kemur so kamera og konto á Livestream ella Ustream ella líknandi.

Cube™ native integration with Livestream.com from Teradek on Vimeo.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.