Rein Haljand til Føroyar fyri triðju ferð

Estiski professarin Rein Haljand kemur nú í kvøld á triðja sinni til Føroya, at filma føroyskar svimjarar í hylinum í Gundadali í morgin, og so eftirfylgjandi greina upptøkurnar saman við teimum, í einrúmi saman við hvørjum einstakum svimjara og venjara, til og við sunnumorgunin.

DSC00860

Haljand er professari í kinesiologi, sum er læran um rørslur hjá menniskjum. Hann hevur filmað og greinað svimjarar síðani einaferð í 70-unum, og er í dag ein av heimsins fremstu kapasitetum innan økið. Navnframir svimjarar sum hann hevur leiðbeint eru millum annað Alexander Popov úr Russlandi, Ian Thorpe úr Avstralia, Stefan Nystrand úr Svøríki, Otylia Jędrzejczak úr Póllandi og Brent Hayden úr Kanada.

Teir 16 svimjararnir sum verða kannaðir hesuferð eru:

úr Suðuroyar Svimjifelag

  • Pál Joensen (1990), crawl
  • Eyðbjørn Joensen (1996), crawl
  • Sofus Bech (1994), crawl
  • Tanja Skaalum (1997), bringa
  • Guðrun Mortensen (1997), crawl

úr Ægir

  • Alvi Hjelm (1996), crawl
  • Cecilia Eysturdal (1996), crawl
  • Turið S. Christiansen (1996), bringa
  • Heðin L. Olsen (1994), crawl

úr FS

  • Poula Ø. Mohr (1995), rygg
  • Jonna B. Thomsen (1996), crawl

úr HS

  • Magnus Jákupsson (1994), rygg
  • Óli Mortensen (1996), crawl
  • Pauli Ø. Mohr (1991), crawl

úr FLOT

  • Astrið Foldarskarð (1994), firvald
  • Birita Debes (1995), rygg

Hartil verða nakrir svimjarar filmaðar afturat, nú maðurin er her og útgerðin stendur uppi, men uttan at fáa eftirfylgjandi greining frá honum. Hvør einstakur svimjari fær eina fløgu við upptøkunum, og hartil leggur Svimjisambandið út eintak á YouTube, til øll at kunna hyggja at.

CIMG3227

Haljand var fyrstu ferð í Føroyum í mars mánaða í 2009, og so aftur í januar mánaða í fjør. 10 av teimum 16 svimjarunum hava verið testaðir báðar fyrru ferðirnar, meðan hini eru komin inn tá ið onnur góvust.

3 thoughts on “Rein Haljand til Føroyar fyri triðju ferð”

    1. Har stendur sum tú skrivar “væntast kl. 23:55” men eingin uppdatering er komin um hann er lendur ella nakað. Eg skal við bussinum úr Vági um 5½ tíma, og veit nada 🙁

      Eg fái neyvan nakað at vita klokkan 06:00 um morgunin… huff Atlantic.. uppdatera takk.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.