Hetta útvarpslurtið koyrir uppá ‘shower power’

H20 Power Radio er eitt vatntætt útvarpstól sum tú festir uppí vatntilførsluna til brúsuna, og sum so við hjálp av eini lítlari turbinu kann skapa ravmagn burtur úr vatninum sum rennur ígjøgnum tað. Tað riggar nokk ikki til øll sløg av brúsu-armatur, men er hinvegin snilt nokk til at goyma eitt sindur ravmagni í uppløðiligum Ni-Mh battaríum, til at útvarpið kann spæla eisini meðan man sápar seg inn ella turkar sær. Funnið á gizmag.com.

One thought on “Hetta útvarpslurtið koyrir uppá ‘shower power’”

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.