Lotte Friis stúrir fyri møguligum dopingdómi

Sporten.dk skrivar her at Lotte Friis fær sveittan fram tá ið dopingeftirlitið vitjar, tí at hon ræðist møguleikan fyri at hava fingið okkurt ólógligt evni gjøgnum matin. Hon ferðast jú nógv, og fært tí ikki altíð eftirkannað matin heilt hundrað prosent. “Det er utrolig ubehageligt, især når man ved, man ikke har gjort noget.”

DSC01443

Aktuelli trupulleikin er vandin fyri at kjøtið er dálkað við dopingevnum, sum vit til dømis hava hoyrt um í førinum við spanska Tour de France vinnaran Contador, sum fyrst fekk ein dopingdóm fyri evarska lítlar nøgdir av clenbuterol, fyri síðani at verða fríkendur av spaniólum tí at tey meta at tað er komið frá einum ókontrolleraðum búffi, við vanda fyri at altjóða dopingstovnurin WADA nú allíkavæl kærir dómin og straffar hann.

Í dag er ein líknandi søga her á jp.dk um hollendska fjallasúkklaran Rudi van Houts, sum eisini er funnin at hava clenbuterol í kroppinum. Hann er nú á sama hátt sum Contador fríkendur av niðurlendska antidopingstovninum, tí at tey góðtaka hansara frágreiðing um at hann man hava fingið tað í seg gjøgnum matin á venjingarlegu í Mexico.

Danska svimjilandslið hevur sum kunnugt júst nú verið á hæddarlegu netupp í Mexico. Og støðan hjá Lotte Friis er tí ógvuliga aktuell, at um tað veruliga er dálkað kjøt sum fellur hesar súkklararnar, so kann hon av røttum óttast eina positiva dopingroynd, og má tá á sama hátt sum teir til at koyra skyldina yvir á kjøtið.

Det er noget med, at man må stole på de fødevarer, man spiser. Hvis der så sker noget, så må man kæmpe sin sag og forklare, at man ikke har gjort noget, de andre ikke har gjort.

Jens Evald formaður í Anti Doping Danmark saknar eitt klárt útspæl frá WADA, og sigur at tað er ein mangul at einki niðara mark finst, fyri loyvdum innihaldi av hesum dopingevnum sum eftir øllum at døma kunnu fáast inn við matinum. Tað skapar eitt hol í lógini sum bæði elvir til ótta hjá íðkarunum, og gevur veruligum dopingsyndarum møguleika at sleppa við eini ‘búff-umbering’.

Der er brug for, at WADA melder ud. Ellers står vi med en masse tabersager, hvor atleterne bliver frifundet på grund af denne forklaring. Det kræver en klar besked fra WADA om, hvordan dopingmyndighederne skal forholde sig

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.