BBC og British Swimming gjørt stórslignan samstarvssáttmála

Bretska svimjisambandið British Swimming kunnger í dag eina stórsligna avtalu við almennu sjónvarpsrásina BBC, um rættindini at senda frá svimjing og øðrum vatnítrótti næsta 4 ár, upp til OL í London 2012, Commonwealth Games í 2014, og longur. Samstundis sjóseta tey í felag átakið Big Splash, til at fáa bretar at svimja meira.

Dekningurin fer bara komandi árið at umfata FINA Diving World Series í Sheffield hin 15. og 16. apríl 2011, LEN European Synchronised Swimming Champions Cup í Sheffield hin 20. og 22. mai 2011, og The British Gas Swimming Championships (Olympic Trials) í nýggja OL-hylinum í London hin 3. til 10. mars 2012.

Hesar stevnur og meira fer at verða varpað út í vanligum sjónvarpi, á talgildu rásini BBC Red Button og á heimasíðuni BBC Sport.

Og so er tað hetta Big Splash átakið, sum sambært bretum fer at fokusera uppá at fáa fólk sum svimja at hava tað stuttligari oftari, og at fáa nýggj fólk í hylin eisini.

British Swimming and the home countries will be working with the pool industry to offer a range of exciting activities including games for family fun, sessions at local pools to teach you to be a better swimmer and a comprehensive web-based support package.

Ikki tí at BBC hevur gjørt ov lítið burtur úr svimjingini, tí tey hava longu sambært David Sparkes forstjóra í British Swimming í áravís samstarvað við svimjingini. Men sum tey vísa á í greinini her á swimming.org, so duga 1 út av 5 børnum í fólkaskúlanum ikki at svimja, og líka nógv vaksin eiheldur. Svimjing er tann ítróttur sum hevur flest íðkandi í Bretlandi yvirhøvur, har 3 milliónir svimja minst eina ferð um vikuna. Men tað er fyri neyðini at so nógv sum gjørligt svimja, tí sum tey siga …

Swimming is the only sport that can save your life. Over 400 people drown in the UK every year and it is the third most common cause of accidental death in children.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.