Konservativu ætla at fáa Per Stig Møller mentamálaráðharra at leggja trýst á altjóða antidopingstovnin WADA, til at fáa ruddað upp í reglunum so at óskyldugir íðkarar ikki skulu ræðast ein møguligan dopingstraff vegna dálkaðar matvørur. Les Sporten.dk.
Trupulleikin er sum kunnugt, at tú kanst straffast við upp til 2 ára karantenu og æviga brennimerking, um tann minsta nøgd av clenbuterol verður funnið í dopingtestini, samstundis sum rannsóknarstovur hjá WADA og lokalir antidopingstovnar ávara um at tú kanst fáa clenbuterol í kroppin av at eta matvørur framleiddar í Kina, USA og Mexico.
Matvøruframleiðarar brúka steroidið clenbuterol til dømis til at fáa neyt at vaksa skjótari og meira. Tað er ólógligt at nýta í ES, men nógv nýtt í Asia, USA og Mexico.
Danir halda tí at tað sum er neyðugt, er eitt minstamark fyri hvat sum er verulig doping við clenbuterol, bæði til at umganga at óskyldugir íðkarar verða straffaðir fyri at hava etið ein tilfeldigan búff, og til at umganga at veruliga dopaði fólk kunnu sleppa við eini ‘búff-umbering’.
Kend dømi um clenbuterol eru til dømis spanski Tour de France vinnarin Alberto Contador, sum varð testaður positivur fyri clenbuterol, og var væl á veg at fáa 1 ára bann, tá ið spanska súkklusambandið fríkendi hann, tí tey hildu at hann hevði fingið tað frá dálkaðum matvørum. Og amerikanska Jessica Hardy, sum varð testað positiv fyri clenbuterol á olympisku úttøkustevnuni hjá USA í 2008, og fekk ein eitt ára dóm.