Japanski bringusvimjarin Kosuke Kitajima hevur her á heimasíðu síni lagt út eina røð av samkensluskrivum frá sínum vinum runt allan heim, ið á rørandi hátt prógva hvussu tættur og samantvinnaður svimjiheimurin í veruleikanum er, sjálvt millum argastu kappingarneytar. Har er skriv frá Alexander Dale Oen úr Noregi, sum vann silvur aftanfyri Kitajima á OL í Beijing. Frá amerikansku Jessica Hardy sum kennir Kitajima persónliga, Oussama Mellouli úr Tunesia sum eisini fylgir við, Markus Rogan úr Eysturríki ið minnist aftur á Chernobyl, Dominik Meichtry úr Sveis sum hevur vant saman við Kitajima, og Roland Schoeman úr Suðurafrika.
[Image courtesy of Jmex60 (Own work) [GFDL (http://www.gnu.org/copyleft/fdl.html) or CC-BY-SA-3.0-2.5-2.0-1.0 (www.creativecommons.org/licenses/by-sa/3.0)], via Wikimedia Commons]
Ógvuliga apropos:
Just had an awesome breast workout w Yuliya Efimova, @Shanteau, @kitajimakosuke, @EddieMoses, @OusMellouli & Bree. Another day in the life!less than a minute ago via Twitter for iPhoneJessica Hardy
swimhardy