Úrslit frá SuSvim stevnuni í dag

Viðfestur er úrslitalistan frá Bank Nordik stevnuni í dag, tað vil siga bæði frá í morgun og nú seinnapartin. Til nú eru bestu úrslit á stevnuni at Pál Joensen úr Suðuroyar Svimjifelag setti føroyskt met í 50 bringu við 29.42, meðan Cecilia Eysturdal og Turið S. Christiansen úr Ægir settu føroysk juniormet og kláraðu kravtíð til Oyggjaleikir í ávíkavist 800 frí við 9:13.07 og 200 bringu við 2:39.09.

CIMG2175

Masters-svimjararnir gjørdu sum væntað stóran mun, tá ið tað kom til heiðursmerkjabýti seinnapartin. Serliga vann Fuglafjarðar Svimjifelag nógv við at hava venjaran Karinu Petersen á liðnum, og annars Suðuroyar Svimjifelag og Havnar Svimjifelag við yvirhøvur at hava nakran masters-svimjara.

Heiðursmerkjabýtið seinnapartin

Felag Gull Silvur Bronsu
HS 7 8 8
SuSvim 7 6 4
FS 5 2 2
Ægir 1 1 1
FLOT 1 1


Heiðursmerkjabýtið í morgun

Felag Gull Silvur Bronsa
SuSvim 4 2 3
Ægir 3 2 3
HS 2 4
FS 1 1
FLOT 1 1

Heiðursmerkjabýtið tilsamans í dag

Felag Gull Silvur Bronsu
SuSvim 11 8 7
HS 9 12 8
FS 6 2 3
Ægir 4 3 4
FLOT 1 2 1

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.