Birita Debes úr FLOT betraði her seinnapartin um sítt føroyska met í 50 metra firvaldasvimjing, tá ið hon á Bank Nordik stevnuni í Vági svam teinin uppá 28.97 sekund, har metið hjá henni frá World Cup í Stokkhólmi í november 2010 var 29.08. Jón Bjarnason viðmerkir úr Vági: “Hon er vorðin ORDILIGA sterk nú. Hon svam nógvar kappingar, og megnaði allíkavæl at svimja kvalitettíðir”. Metið er eisini føroyskt juniormet, við tað at Birita hevur junioraldur.
Eg giti at hon hevði sett met í 50m rygg um ikki hon var so óheppin at hon gleið í startinum. Hon hevur so avgjørt ein 28,5 í sær beint nú.