Er David Nolan næsti ‘Superfish’

17 ára gamli David Nolan setti í vikuskiftinum tvey amerikansk high school og aldursbólkamet (17-18 ár) á PIAA Swimming Championships, tá ið hann betraði sítt egna met í 200 yards blandaðari svimjing frá 1:43.43 í fjør til 1:41.39 nú, og svam 100 yards rygg uppá 45.49, har aldursbólkametið var 46.11, og high school metið 46.75. 200 yards metið er áttanda besta tíðin yvirhøvur, har einans college-svimjarar sum Ryan Lochte (1:40.08), Bradley Alley (1:40.49) og Michael Phelps (1:40.58) hava svomið skjótari. Kelda: simma.nu/no.

One thought on “Er David Nolan næsti ‘Superfish’”

  1. Orsaka meg, amerikanarar, men hatta sær fjollut út, tá ið hylurin er stytri enn hann er breiður.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.