Pál Joensen sorlaði í morgun føroyska metið í 200 metra firvaldasvimjing, á Bank Nordik stevnuni í Vági. Heimsklassasvimjarin úr Suðuroyar Svimjifelag svam teinin uppá 2 minuttir 4 sekund og 74 hundraðpartar, har tað nú fyrrverandi metið hjá honum var 2 minuttir 5 sekund og 81 hundraðpartar, frá tíðini við superdraktum á Oyggjaleikum á Álandi í 2009. Bringusvimjing og firvaldasvimjing eru sum kunnugt ikki sergreinar hjá unga vágbinginum, og tí greinar sum hann setur met í her í tyngstu venjing, áðrenn tað av álvara verður lagt um til tað langa frí.