Tær fýra Guðrun Mortensen, Helena Strøm Sævarsdóttir, Tanja Skaalum og Shaila millum Garðarnar settu her síðst á Bank Nordik stevnuni í Vági í dag nýtt føroyskt met í 4×50 metra frísvimjing, fyri Suðuroyar Svimjifelag. Tíðin var 1:50.24, har unga Guðrun legði út sum eitt óløgi við 27.19, og hinar so fylgdu eftir við 28.62, 27.70 og 26.73. SuSvim átti eisini gamla metið, frá tá ið Shaila millum Garðarnar, Mona Simonsen, Anna K. Eysturberg og Jutta Thomsen í 2007 svumu teinin uppá tilsamans 1:51.66.