Úrslit frá SuSvim stevnuni til og við í morgun

Røsku svimjarar okkara vóru í gongd aftur longu nú í morgun áðrenn kirkjutíð, har Óluva Jacobsen setti føroyskt juniormet hjá gentum í 200 firvald við 2:30.45, og Pál Joensen síðani føroyskt met hjá monnum í somu grein við 2:04.75. Síðani í gjár havi eg fingið onkra mynd frá kappingini, sum eg haldi meg kunna síggja er ikki av Páli og teimum, men heldur okkurt glimt frá masterskappingini. Til nú hava tey sett 2 føroysk met og 3 juniormet har suðuri … altso tey ungu, ikki mastersvimjararnir.

ymiskar myndir 667

Heiðursmerkjabýtið í morgun

Felag Gull Silvur Bronsa
SuSvim 3 3 1
Ægir 2 1 2
HS 1 3 3
FS 1 2 2
FLOT 1 1

Heiðursmerkjabýtið í gjár seinnapart

Felag Gull Silvur Bronsu
SuSvim 8 5 4
HS 7 9 7
FS 5 2 2
Ægir 1 1 2
FLOT 1 1


Heiðursmerkjabýtið gjáramorgun

Felag Gull Silvur Bronsa
SuSvim 4 2 3
Ægir 3 2 3
HS 2 4
FS 1 1
FLOT 1 1

Heiðursmerkjabýtið tilsamans til nú

Felag Gull Silvur Bronsu
SuSvim 14 10 8
HS 10 15 10
FS 7 4 5
Ægir 6 4 6
FLOT 2 2 2

Føroysk met

  • Pál Joensen (SuSvim) 50 bringa 29.42 (átti sjálvur metið 29.72 frá OyL 2009)
  • Pál Joensen (SuSvim) 200 firvald 2:04.75 (átti sjálvur metið 2:05.81 frá OyL 2009)

Føroysk juniormet

  • Cecilia Eysturdal (Ægir) 800 frí 9:13.07 (átti sjálv metið 9:18.01 frá Ægir stevnu í februar)
  • Turið S. Christiansen (Ægir) 200 bringa 2:39.09(átti sjálv metið 2:40.07 frá Ægir stevnu í februar)
  • Óluva Jacobsen (Ægir) 200 firvald 2:30.45 (Turið S. Christiansen átti metið 2:39.49 frá FM 2010)

Kravtíð til Oyggjaleikir

  • Cecilia Eysturdal (Ægir) 800 frí 9:13.07 (kravtíðin er 9:15.68)
  • Turið S. Christiansen (Ægir) 200 bringa 2:39.09 (kravtíðin er 2:39.72)

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.