Abyss-útgerðin er uppfunnin

Pensioneraði hjarta- og lungu-skurðlæknin Arnold Lande hevur tikið patent uppá froskmannaútgerð sum ger tað møguligt hjá fólki at anda ‘flótandi luft’, ið er ein væta við serliga høgum luftinnihaldi. Onkur minnist kanska brotið úr filminum “The Abyss” tá ið SEALS hermennirnir taka fram eina heilt serliga útgerð, til at kunna kava djúpari enn nakar av klassisku djúphavskavarunum hava roynt fyrr. Og ja, 79 ára gamli uppfinnarin frá St. Louis í Missiouri sigur at tað er sum í filminum, at fyrst stríð er at lata verða við at klíggja, men at tað síðani følist sum at anda luft, tá ið fyrst veskan er komin niður í lunguni. Nice.

Kelda: The Independent via Swimming Is Easy

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.