Enn langt á mál hjá svimjingini

Estiski professarin Rein Haljand var herfyri í Føroyum og testaði føroyskar landsliðssvimjarar, triðja ár á rað. Saman um tikið høvdu svimjararnir ikki flutt seg so langt sum væntað, ið er heldur órógvandi, men sum hinvegin merkir at har er meira at heinta.

DSC03021

Haljand filmar og greinar svimjiteknikkin hjá úrvalssvimjarum, við royndum líka aftur til Olympisku Leikir í München í 1972, og við stórnøvnum sum Vladimir Salnikov, Alexander Popov, Ian Thorpe, Otylia Jędrzejczak, Stefan Nystrand, Brent Hayden og Lotte Friis sum viðskiftafólk.

Hansara áhugi í Føroyum er serliga Pál Joensen, og sum esti at hjálpa Norðurlondum fram ímóti altjóða brøgdum. Tó so, talan er eisini um eina handilsliga avtalu, ið ikki er heilt ódýr fyri Svimjisamband Føroya, og sum báðir partar tí helst vilja síggja úrslit av.

DSC03044

Haljand var væl nøgdur við fyriskipanini av testini, og umstøðunum annars, út yvir at startskamlarnir í Havn treingja til at skiftast út. Hann var imponeraður av uppmøtingini, lýdnið og ágrýtnið hjá svimjarunum, og heldur at har avgjørt er talent í føroyska hópinum.

Svimjararnir fingu allir góð orð við á vegin, men eisini kritikk fyri tekniskar feilir sum tey høvdu fingið at vita um í fjør og fyrraárið, og sum tey tí áttu at hava rættað nú. Onkur undantøk vóru, ið týðiligvís høvdu arbeitt miðvíst við ráðunum síðani seinast, og sum tí nú kundu vísa tað í verki, ella greiða frá hví at tey ikki fylgdu ráðunum heilt. Men annars var støðan sum heild tíverri, at føroyingar høvdu tikið minni til sín av ráðunum frá Haljandi, enn tað sum hann er vanur við frá øðrum londum.

DSC03086

Trupulleikin er so mikið generellur, at tað ikki er rætt at lasta nakran einstakan fyri tað, ella fyri tann skyld akkurát hendan hópin. Heldur er tað skipanin ið svíkur onkunsvegna, og sum Svimjisambandið tí saman við svimjifeløgunum og øðrum má royna at styrkja. Tað verði seg við betri útbúgving, betri umstøðum, betri tilboðum um venjing og altjóða kapping, ella við bara at royna enn harðari.

Í síðsta enda er støðan heldur ikki verri, enn at professarin við drúgvu royndunum enn heldur at føroyingar hava evni og duga. Og at tað at vit ikki hava tikið av øllum møguleikum at kunna gerast enn betur, væl vónandi merkir at vit hava okkurt til góðar. Tað hevði verið væl verri at fingið at vita at føroyingar hava ikki evni til svimjing, enn at fáa rís fyri ikki at fylgja hansara ráðum nóg væl.

DSC03060

Í veruleikanum er tað eitt herðaklapp til føroysku svimjievnini, at okkara bestu og næstbestu eru komin hartil sum tey eru, uttan at hava rættað alt tað sum Haljand hevur víst á, síðani hann á fyrsta sinni var her í 2009. Føroyingarnir halda áfram at seta føroysk met og vinna altjóða heiðursmerki, og uppgávan hjá føroyskari svimjing er nú at fáa eisini tað tekniska upp á pláss, til at royna at fáa enn betri úrslit í altjóða kapping.

Vegna Svimjisamband Føroya

Rókur í Jákupsstovu

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.