Danski rithøvundurin og coach Rasmus Ankersen greiðir her frá hvussu tað eftir hansara tykki kann vera sunt at pace’a børn til succés. Hann tekur Caroline Wozniacki sum dømi, ið sum kunnugt hevur stóra succés, og sum virkar sunn og avbalanserað, ‘hóast’ polski pápi hennara Piotr Wozniacki heilt opinlýst hevur pressað hana allan vegin. Pápi Wozniacki hevur sambært Ankersen sagt at tað týdningarmesta sum foreldur er at tú setur tíð av til títt barn, har Ankersen sigur at typisk donsk foreldur í staðin halda seg burtur, vegna egnu karrieru ella av ræðslu fyri at koma til at pace’a. Sí www.rasmusankersen.com
Ja, vit hava sæð hann fyrr …
http://www.svimjing.com/2010/08/18/blog/rokur/eitt-bokavidmaeli-fra-bjarnasyni-og-teimum
Man skal ansa eftir at koma við niðurstøðum basera uppá éina danska stjørnu. Bæði Martina Hingis, Jelana Dokić og Mary Pierse tosa so at siga ikki við pápunum, sum í fleiri førum eisini hava verið venjarar.
“…[Hingis] father, who continued to live in Košice as a tennis coach, said in 1997 that he had seen little of his daughter after the split…
…after several family-related difficulties (mostly involving her father), [Dokić] slowly slipped down the rankings in 2006…
…in July 1993, Pierce successfully filed for a restraining order against her father, who was known to be verbally abusive to his daughter and her opponents…”
Hinvegin hava Venus og Serena Williams eitt ok forhold við Richard Williams.
Men hvar vóru tær tá á world Rankings, Pierce, Dokic og Hingis uttan pacing? Tær eru millióningar í dag 😉
Eg vil sjálvandi fram til, at uttan NÓGVA tíð frá foreldrunum, so er tað fjallið ein skal klatra upp á, enn hægri. At tað so kann gerast á ein sera ósunnan máta, tað er so nakað annað 😉
Ankersen hevur nógvar fínar søgur í bókin i hjá sær, ikki bert um Carolinu.