Tórshavnar Býráð samtykti á býráðsfundi í gjárkvøldið einmælt at lata 513.000 krónur til nútíðarhóskandi startskamlar í Svimjihøllini í Gundadali. Tilboðið fevnir um skamlarnar við allari tekniskari útgerð, arbeiði í sambandi við uppsetingina, umframt at lagt verður upp fyri óvæntaðum kostnaði við 10%, sum eftir øllum at døma kann verða til dømis eyka múraraarbeiði. Sí skjal her á Facebook-síðuni hjá HS Rørslu.
Nú kunna met eisini setast í Havn 🙂