Týska swimsportnews.de veit at siga, at EM á langgeil verður í Berlin í Týsklandi í 2014. Ljóðar sum um tey ætla at hava stevnuna í onkrum tey kalla Velodrom, heldur enn í Europasportspark høllini sum vit kenna frá World Cup og EM 2002. Týska svimjistjørnan Britta Steffen sigur at tað væl kann hugsast at hon heldur áfram sum kappsvimjari til tá, ‘síðani at øll sum hava fylgt meg gjøgnum mína karrieru vera har tá’.