Bousquet hóttir við at boycotta Shanghai

SwimNews.com veit í morgun at siga frá L’Equipe, at Frédérick Bousquet nú hóttir franska svimjisambandið við at boycotta HM í Shanghai í summar, um ikki venjari hansara Brett Hawke sleppur við. Hawke er avstralski høvuðsvenjarin hjá amerikansku Auburn, har Bousquet til dagliga venur, ið franska svimjisambandið noktar luttøku, tí at tey meta at tað vil órógva kjarnuhópin av fronskum venjarum undir leiðslu av Lionel Horter.

DSC_0351

Bousquet er ikki bara illur men óndur, nú hann í videosamrøðu á L’Equipe hóttir við boycotti. Hann tosar um grundleggjandi virði fingin frá foreldrum sínum, og at ikki vera ein maður um hann letur seg boyggja. At tað ikki er eitt fordømi sum hann vil geva dóttur síni, ið hann sum kunnugt fekk við Laure Manaudou fyri einum ári síðani. “If today there is not resolution so that Brett is at the edge of the pool in Shanghai, this means that I am going to stop – its simple.”

One thought on “Bousquet hóttir við at boycotta Shanghai”

  1. Eg sigi gev tí ein kjans: Hasin franski kjarnuhópurin er sloppin at royna seg nakrar ferðir, uttan stórvegis eydnu í t.d. 4×100 frí. Hvat er at oyðileggja ?

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.