Viðfest er ein seinkað innbjóðing til Reysta-stevnu í Leirvík, nú leygardagin 2. apríl 2011, sum eg júst havi fingið í telduposti. Sum tit síggja er tað nakað seint at melda til, við tað at freistin fór sunnudagin, men vit mugu so bara ganga út í frá at viðkomandi hava fingið boðini beinleiðis ella líknandi.
Kæru tit
Leygardagin 2. apríl verður kapping í Leirvík fyri bólk 3 gentur og bólk 4 dreingir.
Kappingarnar eru 16 m frí, 16 m bringa, 16 m rygg, 16 m firvald og mix-stafettir.
Nr 1, 2 og 3 fáa medalju, umframt at øll fáa eina luttakaramedalju.
Luttakaragjaldið er 35 kr fyri hvønn svimjara.
Aftan á kappingina ber til at fara oman í Bowlinghøllina at eta pitsa. Kostnaður 50 kr pr. høvd, sodavatn er íroknað prísin.
Boðið frá luttakaratali við sms til Emily á tlf. 743206 í seinasta lagi sunnukvøldið kl. 22.
Win-grodan fílan kemur seinni.Vegna
Reysta, FS og FLOT
Emily, Durita og Pálin
Nei nei ikki for seint, at melda til enn, øll feløgini vita um hetta uttan susvim, men tad hava vit fingið uppá plåss nú :)) Eg havi fostadi, at grodan kemur út heilt skjótt :))
Viðfest omanfyri