Viðfest er innbjóðing til SMS-kapping í Tórshavn hin 9. og 10. apríl 2011, sum Havnar Svimjifelag skipar fyri. Hendan stevna er evsta freist til at klára kravtíðir til Oyggjaleikir 2011, sum verður á Isle of Wight hin 25. juni til 1. juli 2011. Til nú hava 6 svimjarar klárað kravtíð til Oyggjaleikir: Pál Joensen úr Suðuroyar Svimjifelag og Magnus Jákupsson úr Havnar Svimjifelag, Birita Debes úr FLOT, Poula Ø. Mohr úr Fuglafjarðar Svimjifelag, umframt Cecilia Eysturdal og Turið S. Christiansen úr Ægir.
Gev gætur at tað ikki er sum innbjóðingin sigur, at kappingin nú er evstamark til HM og EJM. Hetta er ein feilur sum komst av onkrari prentvillu hjá Svimjisambandinum, har veruliga evstamarkið til HM og EJM er og allatíð hevur verið komandi Føroyameistarastevnan í mai mánaða.
Viðfest omanfyri.