Tíðindaskriv frá Svimjisambandi Føroya
Pál Joensen fer sunnukvøldið 3. apríl at luttaka í 1500 metra frísvimjing á stóru Danish Open stevnuni í Keypmannahavn, sum EM-silvurvinnari í kapping ímóti millum aðrar Mads Glæsner, HM-silvurvinnari í 1500 á stuttgeil frá Dubai í desember.
Teir báðir hava møtst ofta fyrr, har tvey ára eldri Glæsner fyrstu árini var við yvirlutan, men har tað í seinastuni hevur skifst ímillum teir báðar. Á World Cup í Moskva í 2009 vann Pál greitt á Glæsner, fyri síðani at tapa ímóti honum á EM í Istanbul ein mánað seinni. Á EM á langgeil í Budapest vann Pál silvur í kapping, har Glæsner ikki kom í finaluna, fyri síðani at vera við undirlutan, tá ið Glæsner eitt hálvt ár seinni vann silvur á HM í Dubai.
Saman um tikið tykist tað sum um at Pál nú hevur yvirvágina á langgeil, sum tann ið við 14:56.90 frá EM í Budapest í 2010 eigur norðurlendska metið á langgeil, meðan Glæsner er vandamikil serliga á stuttgeil, har hann eigur norðurlendska metið 14:26.74 frá EM í Istanbul í 2009. Kappingin á Danish Open er á langgeil.
Danir nýta Danish Open sum úttøkustevnu til HM í Shanghai, har teirra svimjarar skulu klára kravtíð í finalunum, um teir ætla sær við til Kina. Ein roynd hjá dønum at nýta somu kravtíðarskipan sum til dømis avstraliumenn, at svimjararnir skulu klára kravtíð á einum ávisum degi, meðan Svimjisamband Føroyar nýtir skipanina við at áseta eitt longri tíðarskeið til at klára kravtíðina. Føroyska evstamarkið fyri úttøku til HM er hin 22. mai 2011.
Afturat Páli og Glæsner eru nakrir aðrir avbjóðarar í hylinum, so sum Anders Lie, ið vísti seg vandamiklan í 400 frí á World Cup í Stokkhólmi í fjør, og ungi Viktor B. Bromer úr Århus. Men tað er lítil ivi um, at um teir báðir Glæsner og Joensen eru klárir og geva alt, so verður tað millum teir báðir, at kappingin fer at vera.
Til ber at fylgja við Danish Open á www.svimjing.com/live
Vegna Svimjisamband Føroya
Rókur í Jákupsstovu