Mads Glæsner hevur meldað frá 1500 frí

Mads Glæsner hevur meldað frá 1500 frí. Tað hevur ikki gingist so væl hjá honum í Danish Open, hoyra vit úr Danmark. Danish Open er einasti møguleiki hjá donskum svimjarum at klára danskar kravtíðir til HM í Shanghai í summar. Men danska skipanin er soleiðis, at av tí Mads hevur klárað kravtíðina í 400 frí, so sleppur hann eisini at svimja 1500 í Shanghai. Mads skal eisini klára FINA kravtíðina. FINA áleggur svimjarar at klára antin eina A tíð ella eina B tíð. B-kravið loyvir bara éin úr hvørjum landi, meðan tveir kunna luttaka, hvis báðir klára A-kravtíðina. Tað merkir, at um Anders Lie klárar at svimja B-kravtíðin hjá FINA í dag, sum er 15:35.67, so muga báðir Mads og Anders klára A-kravið, sum er 15:13.16. Tað kunna teir til dømis royna á Mare Nostrum í Barcelona og Canet.

Pál Joensen má roknast at vera stórfavorittur til 1500 finaluna í dag. Men Pál er ikki so glaður fyri at, eftir øllum at døma, skulla svimja einsamallur fremst í dag. Danir hava bjóðað Pál at kappast, meira ella minni fyri at geva Mads mótstøðu, so onkur fyriskipari stendur allarhelst við reyðum oyrum í løtuni.

Finalan kann síggjast beinleiðis á svimjing.com/live. Varpingin í Danmark byrjar kl 16.30 føroyska tíð. 1500 finalan er ein av teimum síðstu kappingunum á skránni.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.