Tað gjørdist ein fullkomin solotúrur hjá Páli Joensen, tá ið hann á Danish Open í dag smurdi danir av við 15:21.86, og aftur kláraði kravtíð til HM i Shanghai á góðkendari stevnu. Tíðin var nokk ikki heilt tann sum teir báðir Jón og Pál ætlaðu, óivað mest tí at Mads Glæsner meldaði frá í síðstu løtu, og Pál tí ikki fekk væntaðu kappingina frá honum.
Pál legði seg beinanvegin á odda, við 0.8 sekundum aftur til næsta mannin Anders Lie eftir 100 metrum, sum er millum hálv og heil kroppslongd. Fyrstu góðu løtuna sá tað út til at Pál royndi eftir A-kravtíðini hjá FINA á 15:13.16, og kanska enntá undir 15 minuttir, við splitt-tíðum undir 30 sekund fyri hvørjar 50 metrar. Eftir 400 metrum var hann farin beint uppum 4 minuttir, enn við góðari margu til A-kravið hjá FINA; men so fór dampurin spakuliga av, til hann endaði á hesar 15:21.86. Anders Lie varð nummar 2 við 15:40.47, og Viktor B. Bromer nummar 3 við 16:01.71
Tað er ikki ein trupulleiki at Pál kláraði B-krav nú heldur enn A-krav, tí fyri tað fyrsta hevur hann longu klárað A-kravið við norðurlendskum meti 14:56.90 á EM í Budapest, og fyri tað næsta eru munurin á B- og A-kravi einans, um Føroyar sleppa at luttaka við éinum ella tveimum luttakarum í 1500 metra frísvimjing á HM í Shanghai. Í løtuni ein fullkomiliga teoretiskur spurningurin, við tað at eingin annar føroyingur kann hugsast at koma niður á 15:35 beint nú.
At Glæsner meldaði seint frá, sást millum annað av at danir ikki høvdu stundir at umskipa 1500 metra kappingina, so at ein av teimum í innleiðandi riðlunum slapp at svimja í finaluni sum áttandi maður. Í staðin var tann geilin tóm, sum má metast sum heldur pínligt hjá dønum, eisini tí at tey beinleiðis høvdu biðið Pál koma til Danmarkar at kappast.
Eftir ætlan skal Pál til Mare Nostrum í Barcelona og Canet at kappast aftur í ár, sum eru stevnur á nógv hægri støði enn hetta her í Danmark. Tá kunnu vit nokk vænta betri tíðir hjá Páli, eisini tí at longri er liðið út á árið.
Hestoy rættar meg nú at kravtíðarskeiðið er 12 mánaðir, afturum EM í Budapest, sum merkir at Pál so væl og virðiliga hevur klárað A-kravtíðina til HM í Shanghai, við norðurlendskum meti 14:56.90.