WADA umhugsar at droppa B-prøvarnar

Stjórin fyri alheims antidopingarstovnin WADA kemur nú við uppskoti um at halda uppat at heinta og testa B-prøvar í dopingroyndum, til at spara tíð og pengar. ‘Fólk kunnu fara í geglið grundað á éina roynd, og ítróttur er reelt einsamallur í at taka tvær royndir.’

Anti-doping pionerur Don Catlin er ikki samdur, og sigur at íðkarar eiga at mótmæla, um hesi tanki fær fótafesti. ‘Tú tekur burtur rættin hjá íðkarum at kæra, og tað haldi eg slettis ikki vera gott.’

Í Danmark mótmælir ítróttarprofessarin Verner Møller, við grundgeving at í ítrótti ræður stranga reglan ‘strict liability’, sum sigur at tað eru íðkararnir sum skulu prógva sína óskyld, um teir verða ákærdir fyri doping. Hetta gevur antidopingstovnunum ein ‘fullkomið yvirdrivnan’ fyrimun í dopingmálum, um ikki íðkarin um ikki annað kann tryggja sær, at fyrsta ákæran ikki var følsk.

– Det lader til, at WADA vil svække atleternes retssikkerhed til det yderste, så de ikke længere har noget at kæmpe for. Det næste må vel være, at der slet ikke behøver at være en positiv prøve?

– Så kunne man bare dømme folk på ren mistanke, og det ville være endnu billigere, siger Verner Møller.

Keldur: AP, NYDailyNews.com, eb.dk.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.