Oyggjaleikaúttøkustevnan byrjaði við einum braki í morgun, tá ið Kristina Eliasen árgang 1993 úr Havnar Svimjifelag vann 50 frí hjá kvinnum við 26.65, klárt undir kravtíðina til Oyggjaleikir á 26.91. Birita Debes varð nummar 2 við 26.92, men hevur longu klárað kravtíðina við sínum juniormeti 26.54 frá Ægir stevnu í februar. Sí úrslit.
Við fyrivarni fyri feilum á SwimRankings, umframt tað at SuSvim stevnan frá í mars mánaða ikki enn er skrásett har (vegna sløvarí frá mínari síðu av) … so fer Kristina við hesum frá eini alltime styrkismeting sum nummar 26 av øllum føroyskum kvinnum, til at vera nummar 3. Aftanfyri Shailu á 26.49 og Biritu á 26.54, men frammanfyri Elspu á 26.71.
Betringin hjá Kristinu er frá 29.36 til 26.65, ella heili 2.71 sekund. Í FINA 2010 stigum frá 496 til 664 stig, ella 168 stig í éinum høggi.
http://www.swimrankings.net/index.php?page=rankingDetail&rankingClubId=16211717&firstPlace=1
Síðani 50 frí hevur hon nú eisini svomið næstbestu tíð hjá kvinnum í 200 rygg í kravtíðarskeiðnum 1. september 2010 til nú (2:25.35), og triðbestu í 200 frí (2:09.58).
… við fyrivarni at mítt yvirlit ikki er heilt rætt.
Her eru nakrar tíðir hjá Kristinu Eliasen í 50 frí.