Føroysku svimjararnir hava nú tilsamans 26 ferðir klárað kravtíð til komandi Oyggjaleikir, hóast kravtíðin varð herd til at tey skuldu svimja skjótari enn silvurtíðina á Álandi. Tey eru nú 10 klár til at kappast um gullið í minst 21 greinum, harav fyribils einans 4 vóru millum tey 12 á Álandi í 2009.
Okkara inntil víðari bestu heiðursmerkjakjansir
Kvinnur
- 50 frí: Birita 26.54, Kristina 26.65
- 100 frí: Birita 58.52
- 800 frí: Cecilia 9:13.07
- 50 rygg: Birita 29.06, Poula 30.40
- 100 rygg: Birita 1:01.46
- 200 rygg: Birita 2:20.30
- 50 bringa: Eva 34.29, Tanja 34.53
- 100 bringa: Turið 1:14.70
- 200 bringa: Turið 2:39.09
- 50 firvald: Birita 28.97
- 100 blandað: Poula 1:07.56, Birita 1:07.58
Menn
- 200 frí: Pál 1:48.67
- 400 frí: Pál 3:44.42
- 1500 frí: Pál 14:47.39
- 50 rygg: Magnus 26.15
- 100 rygg: Magnus 55.64
- 50 bringa: Pauli 29.08, Pál 29.42
- 100 bringa: Pál 1:03.90
- 50 firvald: Magnus 24.95
- 100 firvald: Magnus 55.60
- 200 firvald: Pál 2:04.75
Tilsamans 26 ferðir skjótari enn silvurtíðina seinast, sum er greitt boð uppá gullmerki, við tað at tíðirnar tá fyri tað allarmesta vórðu svomnar í sonevndu ‘superdraktunum’, og støðið tí alt annað líka skuldi verið umleið tað sama, møguliga eitt lítið vet betri, ella kanska enntá eitt vet verri nú á komandi leikum á Isle of Wight.
Hartil eru fleiri føri har føroyskir svimjarar eru skjótari enn bronsutíðina seinast, men tað lata vit liggja fyri fyrst.
Ífall at nakar hevur gloymt tað 😀
Persónliga trúgvi eg at um vit koma so mikið langt upp (30 av 40-41 møguligum), so kann tað líka væl enda við at vit taka alt. Tí tá sita vit so tungt á kappingini, at hini smokka niður ímillum.
Men 30 er ikki nemt, bestemt ikki.