Svimjing.com møguliga svikalig seinnapartin

Eg eri á veg til Svøríkis á skeið, sum byrjar kl 18:00 danska tíð. Sum serkønur í Murphy-málum kann eg sjálvsagt beinanvegin siga, at tað er so nú at tað eventuelt koma tekniskir trupulleikar við síðuni, sum eg tá ikki fái gjørt nakað við fyrr enn einaferð í kvøld. Hartil komi eg nokk einki at skriva her fyribils frá sjálvari stevnuni, av tí at vit nú fyrst koyra, og síðani skulu á skeið nakrar tímar longu í kvøld. Soe … fylgið við á www.svimjing.com/live, so leingi sum tað nú koyrir … ella fari niðan í Gundadal og síggið lívið ordiliga ‘live’ 🙂

One thought on “Svimjing.com møguliga svikalig seinnapartin”

  1. Onkur spælir við Livetiming skipanini. Ella hevur Vár Erlingsdóttir Eidesgaard sett heimsmet í 50 firvald við tíðini 23.08 🙂

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.