Trý ‘wildcard’ við til oyggjaleikirnar

Vit frætta úr svimjihøllini í Gundadali, at svimjisambandið hevur valt at geva trý ‘wildcard’ fyri at kunna manna stafettirnar til oyggjaleikirnar á Isle of Wight. Svimjarnir, sum hava fingið eykaplássini eru Dánjal Hestoy úr Havnar Svimjifelag, Guðrun Mortensen úr SuSvim og Heðin L Olsen úr Ægir.

Landsliðsnevndin segði í samband við kravtíðir til Áland 2009:

“Wildcard’ eigur at gevast til at kunna manna eina stafett í hvørjum kyni, um 3 aðrir svimjarar eru úttiknir.”

Dagførdi listi yvir svimjarar, sum hava klárað kravtíðirnar til oyggjaleikirnar, sær soleiðis út:

Kvinnur

  • Astrið Foldarskarð (Flot) – 50 firvald
  • Birita Debes (Flot) – 50 frí, 100 frí, 50 rygg, 100 rygg, 200 rygg, 50 firvald, 100 blandað
  • Cecilia Eysturdal (Ægir) – 800 frí
  • Eva Trygvadóttir (Ægir) – 50 bringa
  • Kristina Eliasen (HS) – 50 frí
  • Poula Øssursdóttir Mohr (FS) – 50 rygg, 100 blandað
  • Tanja Skaalum (Susvim) – 50 bringa
  • Turið S Christiansen (Ægir) – 100 bringa, 200 bringa

Wildcard: Guðrun Mortensen (Susvim)

Menn

  • Magnus Jákupsson (HS) – 50 rygg, 100 rygg, 50 firvald, 100 firvald
  • Pauli Øssursson Mohr (HS) – 50 bringa
  • Pál Joensen (Susvim) – 200 frí, 400 frí, 1500 frí, 50 bringa, 100 bringa, 200 firvald

Wildcard: Dánjal Hestoy (HS) og Heðin L Olsen (Ægir)

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.