Danmarks Idræts-Forbund (DIF) hevur nú talt upp tal á limum í ymisku sersambondunum, sum staðfestir at svimjing hevur haft stóra framgongd. Tilsamans 136.588 limir í donsku svimjifeløgunum ella 10632 fleiri síðani í august mánaða í fjør, sum ger at sersambandið Dansk Svømmeunion nú er tað triðstørsta í kongaríkinum, um hugt verður at limatølunum. Nakar sum kann gita hvørji hava flest limir? (koyri svarið í viðmerkingarnar).
Kelda http://www.simma.nu/dk
Mín heilt persónligi pástandur: Um man hevði talt hvussu nógv sum siga seg gera ítróttin aktivt regluliga minst eina ferð um vikuna, so hevði svimjing ella renning verið heilt uppi í topp hjá teimum vaksnu, fótbóltur heilt í topp hjá smádreingjum, og súkkling ella svimjing heilt í topp hjá (donskum) gentum.
Moralan er, at fótbóltur er fyri smádreingir og yvirvaksnar smádreingir. Get over it.
Danir hava bæði DGI (Danske Gymnastik- og Idrætsforeninger) og DIF (Dansk IdrætsForbund) sum paraply-organisatiónir yvir ítróttarfeløg, har tølini her bara eru úr DIF. Fimleikurin langt størri í DGI enn í DIF – einir 316.961 limir í DGI í 2009 – sum ger at serliga fimleikurin hevði staðið seg betri um tey taldu við.
Det Gavner Ingenting… (DGI)
Bretar hava motionist svimjarar við í teirra uppteljing um eg minnist rætt, og tí er svimjing nr.1 😉
Var tað ikki so?
Danir og normenn íðka fleiri ítrottargreinir enn vit, men tað sigur seg sjálvt, tá tey eru fleiri enn vit.