Talent kann eg turka reyv í !

Dr. phil Simon Borchmann skrivar her á Information.dk undir yvirskriftini “Talent, det kan jeg tørre røv i!”, at danir í leitanini eftir talentum hava troðkað burtur tær dygdir sum skulu til at fáa góð úrslit, nevniliga rótfestur áhugi og trúgv uppá egnar møguleikar. Yvirskriftin er endurgeving av onkrum sum fyrrverandi danski landsliðsvenjarin í triathlon Gabor Klöczls skal hava sagt um ítróttartalent, men her flutt til eisini at hóska til granskingarheimin.

At nå et højt niveau inden for en disciplin kræver en koncentreret arbejdsindsats over en årrække. Det er ikke X-Factor. Talentet har det nemmere i begyndelsen. Men på et tidspunkt bliver det hverdag. Og det er lidt af et virkelighedschok især, hvis engagementet er bundet op på omgivelsernes opmærksomhed og på, at alt kommer nemt til en.


Borchmann hevur eina serstakliga áhugaverda lýsing av orðinum “talent”, at tað er nakað sum tú einans kann siga um tey sum eru komin skjótt og lætt til succés. At tað vildi verið eitt fornermilsi at kallað ein sum leingi hevur verið í gongd fyri “talent”, og at tað tí ikki neyðturviliga hevur nakað við enn betri úrslit yvir tíð at gera.

Danska mentamálaráðið hevur eftir øllum at døma ætlanir um at viðurkenna og heiðra talentini, sum hesin Borchmann sigur vildi verið at givið teimum fáu meira fokus sum longu hava okkara áhuga. Tí sum hann sigur, talent eru tey sum koma skjótt til succés, og sum í kraft av síni tíðliga succés longu merkja ríkiligan áhuga.

Hann hevur eitt dømi um tveir súkklarar frá sínum fyrrverandi felag í Århus, har tann eini varð valdur til “Årets talent” og alt møguligt, fyri síðani at steðga tá ið hann sum seniorur skuldi til at venja veruliga hart. Meðan hin helt á og endaði við nú í fjør at vinna “dansk landevejscyklings superliga” (hvat tað so enn er).

Hann hevur forrestin eisini eitt prik til fólk sum vísa til Jantelógina, at hon er heilaspuni sum uppstóð í høvdinum á einum rithøvunda sum føldi seg undirmettan. “Janteloven er en projektion af et mindreværdskompleks. Den eksisterer ikke.”

Højt niveau ligger hinsides talentet. For at skabe resultater i universitetsverdnen er fire dyder afgørende: viljestyrke, arbejdsomhed, vedholdenhed og grundighed. Hvis man skulle holde nogen oppe, var det altså dem med en dyb interesse og disse dyder. Pointen er, at det behøver man ikke. Man skal bare undlade at spænde ben for dem. Der findes ikke noget mere meningsløst og nedværdigende for den interesserede og arbejdsomme end incitamentstrukturer og kontrol. Man kan godt blive bekymret for, hvad det for nogle talenter, regeringen vil gøre til en elite.

Lesið víðari her á information.dk.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.