Nú er so gott sum einki eftir í Eysturoynni

Tey trý Birita Debes, Astrið Foldarskarð og Tróndur Olsen skiftu her í vikuni felag, til at svimja fyri Ægir heldur enn FLOT. Harvið eru nú 5 av teimum 7 eysturoyingunum fluttir av oynni at venja, sum búgva í oynni og hava klárað kravtíð til Oyggjaleikir, 2 hartil millum tey 4 sum hava klárað kravtíð til EJM í Beograd í summar, umframt at ein sætti er fluttur til Havnar at búgva og venja, og at venjararnir Petur Heðin á Fløtti og Kári J. á Høvdanum eisini pendla til Klaksvíkar.

SANY0845

[Politikararnir taka ímóti Biritu eftir Oyggjaleikum á Álandi og HM í Rom. Síðani sóu vit ikki í halaferðina á teimum]

Tað er ein røtt avgerð hjá teimum, at taka avleiðingarnar av at Eysturoyggin ikki hevur nøktandi umstøður til svimjing. Tilfeingið trýtur ikki, hvørki tá ið tað kemur til svimjarar, venjarar ella ágrýtin foreldur at svimjarum; men politikararnir hava spælt 120% fallitt. Oyggin hevur fostrað eina perlurekkju av svimjarum á høgum støði, og var eina tíð maktdepilin og framtíðin í føroyskari svimjing, men hevur nú lítið og einki eftir, meðan politikararnir peika út í hagan og siga at “her kunnu tit byggja”, ella feira uppsetanina av einum busskýli.

Svimjisambandið tók nú sunnudagin út 14 svimjarar til Oyggjaleikir, harav 7 eru eysturoyingar. Av teimum er tað bara Poula Ø. Mohr sum enn hongur í norðuri í Fuglafirði, meðan beiggin Pauli Ø. Mohr í fjør flutti til Havnar at venja. Leirvíkingarnir Turið S. Christiansen, Eva Trygvadóttir og Heðin L. Olsen skiftu fyri langari síðani úr Eysturkommunu til Klaksvíkar at venja, og nú hava tær báðar rituvíksgenturnar Birita Debes og Astrið Foldarskarð eisini tikið avleiðingarnar av at hoyra til Runavíkar Kommunu, har politikararnir fyrst í eini 20-30 ár hildu fólkinum í bíðistøðu, hóast fólksligt ynski um svimjihyl, fyri síðani nú beinleiðis at ikki lova svimjihyl.

DSC02969

[Hetta eru umstøðurnar sum tey trý Birita, Astrið og Tróndur fara úr. Teirra kommuna, Runavíkar Kommuna, bjóðar enn minni]

Afturat teimum kunnu nevnast serliga Elspa Mørkøre og Kári J. á Høvdanum, ið fingu sín grundleggjandi svimjilærdóm í svimjifelagnum Skeggjar, sum nú er vekk ella samanlagt við Reka vegna niðurlegging av svimjihylinum við Gøtugjógv. Aðrir oyggjaleikasvimjarar sum Beinir E. Danielsen úr Rituvík og Karina Petersen í Fuglafirði, Jákup Ø. Mohr, Heidi Friang Cruse, Rúna Poulsen, Súsanna R. Petersen og Elin Mørkøre. Fyri slettis ikki at snakka um HM- og OL-svimjaran Heidi Andreasen, sum vann altjóða heiðursmerki og alt møguligt, men sum tó heima á Eiði ongantíð fekk meira enn ein bonk at svimja á.

IMG_0183

[Ein farin tíð: Svimjistevna við Gøtugjógv, enntá við teimum lokalu sum favorittar]

Sjálvur bakkaði eg úr FLOT fyri ári síðani, vegna okkurt stríðsmál men eisini tí at stríðið at skipa fyri úrvalssvimjing í felagnum var so troystarleyst. Dótturin er nú næstelsti svimjari í felagnum, 15 ár og í ferð við at rigga av, tí at hon ikki hevur hug at svimja einsamøll so mikið gomul í felagnum. Reysti hevur gott barnaarbeiði, men bjóðar seg slettis ikki til úrvalsarbeiði. Fuglafjarðar Svimjifelag hongur í, men hevur verri enn so somu styrki sum fyri bara fáum árum síðani.

Svimjarar, venjarar og foreldur eiga ongan feil, tí tey hava stríðst og hanga í, har avbjóðingin í løtuni til dømis hjá rituvíkingunum og æðuvíkingunum er at fáa hesar ungu svimjarar norður til Klaksvíkar at venja morgunsvimjing klokkan 5 um morgunin, fyri síðani at náa suður aftur til Runavíkar í skúla. Fyri síðani at skula norður aftur seinnapartin. Eg havi nevnt tað fyrr, men ikki ein gang eina bussleið kunnu politikararnir finna útav at fáa í lag, so at um ikki annað seinnapartstúrurin kann lyftast av kommunu ella landi, heldur enn av foreldrunum.

Fúl etandi skomm, sum dryppar av sneiddu herðunum á eysturoyarpolitikarum.

2 thoughts on “Nú er so gott sum einki eftir í Eysturoynni”

  1. Gott og væl fimti hvør føroyingur í Føroyum býr í Eysturoy.

    Kelda: http://www.hagstova.fo

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.