FINA hevur viðgingið at trygdin var ikki nóg góð runt hendingina tá ið Fran Crippen doyði á World Cup stevnu í havsvimjing við Fujairah, stutt eftir at sjálvur Dick Pound legði eftir teimum, fyrrverandi formaður í WADA, nú formaður í U.S. Open Water Review Commission. Tey hava kunngjørt Task Force rapportina við niðurstøðu og viðmæli at har má vera niðara og ovara mark fyri lufthita, luftfuktigheit, luftgóðsku, vatnhita, vatngóðsku osfr. Og við støði í hesum, heitir Dick Shoulberg venjari hjá Fran Crippen nú á FINA um at flyta havsvimjingina á HM vekk frá Shanghai í summar.
“The people in FINA need to move that race from Shanghai,” Shoulberg told AP. “There’s no way it can’t be hot in Shanghai.”