Sydsvenskan skrivar her um verkætlan hjá Simklubben Poseidon í Lund, at seta upp heili 23 videotól yvir og undir vatni, sum síðani kunnu seta filmingina saman til eina 3D video. Høvuðsvenjarin Thorbjörn Holmberg væntar sær nógv av skipanini, sum hann sigur verður tann mest avanseraða í heiminum, við møguleika at millum annað máta nágreiniliga hvussu langa tíð hvørt einstaka svimjitak tekur, og sum hann tí vónar kann lokka altjóða svimjarar til Lund.
Var á eini minningaríkari venjaraskeiði í Holstebro á sinni, við teimum báðum Milt Nelms og Bill Boomer, sum Holmberg skipaði fyri (tá høvuðsvenjari hjá Holstebro). Super vikuskifti !
http://www.svimjing.com/2007/03/07/story/gould-og-fraser-spaa-heimsmet-i-melbourne