“Hvar er mítt ilttelt?”, spyr Glæsner

Sporten.dk sigur her frá danska Mads Glæsner, at hann eisini er áhugaður í at royna ilttelt, sum Rikke Møller Pedersen og Lotte Friis. Tríggir av hansara liðfelagum í Los Angelsen brúka ilttelt, harav ein sambært Glæsner hevur vunnið OL-silvur. Glæsner hevur kannað prísir, men sigur at tey eru ov dýr til at hann hevur ráð at keypa eitt sjálvur. Sportchef Lars Sørensen fegnast um áhugan hjá dananum, og sigur seg fara at kanna málið, men at ein praktiskur trupulleiki er at Glæsner er so mikið langt frá ítróttardeplinum hjá dønum í Bellahøj.

– Jeg vil super gerne have et ilttelt. Jeg har ikke fået tilbuddet, men det vil jeg vildt gerne have. Der er et par stykker på holdet i USA, der har et. Jeg har undersøgt priserne, og de er forholdsvist dyre, så jeg har ikke råd til et selv.

One thought on ““Hvar er mítt ilttelt?”, spyr Glæsner”

  1. Havi reikað eitt sindur á netinum, og fái handan OL-silvurvinnaran at vera møguliga Zhang Lin, sum vann silvur í 400 metra frísvimjing á OL í Beijing í 2008: http://en.wikipedia.org/wiki/Swimming_at_the_2008_Summer_Olympics

    Her stendur okkurt um at Glæsner trenar ella hevur trenað saman við Oussama Mellouli og Zhang Lin: http://www.swimnews.com/news/view/7530

    “It’s a crazy training atmosphere. We go through so many miles. It is always nice to have company when pain is involved. Suffering is much easier when it’s done in a group”
    – Mellouli on Salos’s programme alongside Zhang Lin (CHN) and Mads Glaesner (DEN) of late.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.