Tíðindaskriv frá Svimjisambandi Føroya
EJM-landsliðið í svimjing fór her um vikuskiftið til Íslands at venja á langgeil, sum fyrireiking til evropeisku meistarastevnuna í Beograd í summar. 4. og 5. juni fara tey at luttaka á Mare Nostrum svimjistevnuni í Barcelona, og 25. juni til 1. juli er tað so Oyggjaleikir á Isle of Wight, áðrenn leiðin gongur víðari til venjingarlegu og EJM í Beograd.
EJM-landsliðið eru Birita Debes, Cecilia W. Eysturdal og Heðin L. Olsen úr Ægir, umframt Magnus Jákupsson úr Havnar Svimjifelag. Venjari er Petur Heðin á Fløtti, og ferðaleiðari Súsanna Debes á venjingarleguni í Íslandi.
Eftir ætlan skulu tey venja partvís fyri seg sjálvi undir leiðslu av Petur Heðini á Fløtti, og partvís saman við íslendsku Ægir og navnframa venjaranum Jacky Pellerin. Pellerin vandi í síni tíð heimsmeistaran og evropameistaran Franck Esposito, sum í 2002 setti heimsmet í 200 firvald á stuttgeil. Pellerin venur nú millum annað íslendska meistaran í bringusvimjing, Jakob Jóhann Sveinsson.
Tíðliga í juni fara tey so at royna seg á stóru Mare Nostrum svimjistevnuni í Barcelona, sum eitt slag av stress-test til lívið á altjóða svimjistevnum. Har verður ein ovurhonds rúgva av altjóða svimjistjørnum, í hektiskum umhvørvi sum svimjararnir skulu royna at yvirkoma, til at kunna svimja skjótt undir pressi.
Oyggjaleikir eru lutfalsliga stutt áðrenn EJM, og tí mest ein upphiting hjá hesum fýra, ávegis til venjingarlegu og evropameistarastevnu í og nær Beograd. Tey fara sjálvsagt at royna at svimja skjótt á Isle of Wight, men hava fyrst og fremst eyguni rættað ímóti góðum úrslitum í Serbia, og sleppa tí heldur ikki at hvíla seg fult út til Oyggjaleikastevnuna.
Tíðarætlan hjá EJM-landsliðnum
- 15. til 24. apríl: Venjingarlega í Íslandi
- 4. til 5. juni: Mare Nostrum í Barcelona
- 25. juni til 1. juli: Oyggjaleikir á Isle of Wight
- 1. juli til 5. juli: Venjingarlega nær Beograd
- 6. til 10. juli: EJM í Beograd
Vegna Svimjisamband Føroya
Rókur í Jákupsstovu