Við HS í Danmark í 2002

Í mai mánaða 2002 var undirritaði við Havnar Svimjifelag í Danmark, sum høvuðsvenjari í felagnum, har vit fyrst skuldu venja í Aalborg nakrar dagar, fyri síðani at luttaka á stórari svimjistevnu í Esbjerg. Videotólið var við.

Her ferðast við niður í nú forkunnigum Maersk flogfari, fyri síðani at koyra restina av degnum við bussi úr Keypmannahavn til Aalborg. Spyr meg ikki hvør sum arrangeraði, men eg hopi ikki at tað var eg 🙂



Komin niður var nakað tað fyrsta vit gjørdu (eftir venjing) at vitja Aalborg Zoo, líkasum fyri at heilsa uppá hinar apurnar. Eitt sindur drúgt filma, tí at eg brúki eitt sindur hopuleysa langa tíð uppá at filma djór, so leyp bara til næsta film

Seinni var tað so nakað so spennandi sum test á Aalbort Sportcenter, har (tá venjari) Bogi Lenvig skuldi royna eina VO2max-test (tí hann var rennari), sum er tað at máta hvussu stóra iltupptøku man hevur (hvussu góðan form man hevur).

Hartil hoyrdu vit testleiðaran Dag Stormark greiða frá úrslitum frá undanfarnari mjólkasýrutest í svimjihylinum, sum er at svimjararnir svimja skjótari og skjótari við blóðroynd millum hvørt umfar, til at fáa ein graf sum vísir hvussu væl man er fyri til at svimja langt, skjótari, hart og sprint. Ógvuliga spennandi … dyrka hvussu hugagóð tey (flestu) lurta.

Seinni aftur ein túr í Tivoli, eitt glimt frá hvussu vit svóvu eftir at onkrir bøllar høvdu gjørt seg inn á teltini, og so onkur sikkurt síðsta venjing áðrenn fráferð til Esbjerg. Ein kaotisk video tíverri, havi sikkurt roynt at filma alt í senn.

At enda var tað so endaliga stevnan í Esbjerg, sum er (ella var) ein tann við flestu luttakarum yvirhøvur í Norðurevropa. Eg fái heilt skelk nú at síggja kaos og hoyra gangin, og minnist tungt afturá hvussu nógv ting tey fingu stolið.

Spennandi rok, sum óivað var eitt stórt upplivilsi, men sum eg haldi meg minnast gav ikki so góðar tíðir. Tó so, onkur vann heiðursmerki.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.