Kunnu 10.000 tímar gera einhvønn til golfstjørnu ?

Tað er kendur lutur í ítrótti og mongum øðrum viðurskiftum, at tað krevur umleið 10.000 tímar av miðvísari venjing at gerast framúrskarandi. Men merkir tað so eisini at ein og hvør kann gerast framúrskarandi, um ein ‘bara’ leggur 10.000 tímar av venjing afturum seg? Tað hevur amerikanski Dan McLaughlin sett sær fyri at kanna, við at venja 6 tímar um dagin, 6 dagar um vikuna í 6 ár, í eini roynd at fara frá at vera umleið óroyndur (og óáhugaður) í golf, til at kunna gera seg galdandi í professionellum golf.

The Dan Plan from Dan McLaughlin on Vimeo.


Hann kallar tað “The Dan Plan“, tá ið hann hin 27. juni 2009 fór undir projektið, á sínum 30. ára føðingardegi. Segði starvið hjá sær upp (hann er útbúgvin fotografur), og ger nú einki annað enn at spæla golf. Ikki endiliga til at verða tann besti golfspælarin í heiminum ella líknandi, men til at testa 10.000-tímar-teoriina í bestseller-bókini Outliers hjá Malcolm Gladwell, at 10.000 tímar er tíðin sum tað tekur at gerast veruliga góður til eitt og hvørt. “The magic number of greatness”.

McLaughlin er ein droymari, ja, og pápi hansara helt tá ið hann fortaldi um “The Dan Plan”, at drongurin kundi blivið lækni uppá 10.000 tímar. Men tað er so tað, nú hevur hann gjøgnumført næstan tvey ár, og hevur minni enn 8.800 tímar eftir til málið er rokkið. “Basically, what I’m trying to do with this project is demonstrate how far you’re able to go if you’re willing to put in the time. I’m testing human potential.” … “There’s a 99 percent chance I’m not going to become a PGA golfer. But that’s not the point.”

Eg [Rókur] yvist stórliga í um tað er nokk at bara venja, tí at tað sær altso út til at tað eru tey sum hava serlig evni ið koma longst. Men moralan er góð:

Shelves and shelves of self-help books are stocked in America with the canon of the quick fix. The 10,000-hour concept, though, is based on academic research into the idea that success is a choice — made, not born. At first glance, it feels like a very American idea — you can be anything you want to be — but it is an unsentimental view of the world. It helps to be tall in basketball, and it helps to start violin lessons at a young age, but what separates the few truly great from the many merely good is not talent or magic or luck. It’s dedication and discipline.

The secret to success isn’t a secret. It’s work.

Les meira her á tampabay.com, og fylgið við á www.thedanplan.com.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.