12 ára gamla Krista Mørkøre úr Ægir fer í morgin at luttaka á 25. Internationalen Deutschen Meisterschaften í Berlin, sum er altjóða svimjistevna fyri brekað við einum 450 svimjarum úr 30 londum. Hon skal luttaka í 50, 100, 200 og 400 frí umframt í bringusvimjing, frá í morgin 28. apríl til og við sunnudagin 1.mai. Sí www.isb.fo.
Tey hava onkrar tekniskar trupulleikar sum viðføra at tey fyrst byrja tá ið finalurnar byrja klokkan 16 týska tíð. Men tað er so altíð nakað 🙂
http://p.idm-schwimmen.de/idm/livestream/
Øhh, ÍSB skrivar at Krista skal luttaka “í 50-, 100-, 200,- og 400 m frísvimjing umframt bringusvimjing.”
Men á heimasíðuni hjá stevnuni stendur at hon skal svimja 50, 100, 200 og 400 frí, 50 firvald, 50, 100 og 200 bringu, og 200 blandað. Tað er eitt sindur meira enn bara bringusvimjing afturat 🙂
http://www.titanium-media.de/cms/sportstiming/competition/2011-04-28_135/entrylist/vr66.pdf