Tað kann neyvan undra nakran, at Pál er tann føroyski svimjarin, sum hevur vunnið flest heiðursmerkir á oyggjaleikum. Pál hevur higartil vunnið í einstaklingakappingum 10 gull, 4 silvur og tvær bronsur (OBS! Tabellin niðast er dagførd eftir Jersey 2015, soleiðis at Pál eigur nú 21 gull, 9 silvur og 3 bronsur í einstaklingakappingum). Næst eftir honum finna vit Høgna T Hansen við 6 gull, 1 silvur og 2 bronsur. Síðani hevur Elspa Mørkøre vunnið 5 gull, 2 silvur og 1 bronsu. Sí tabel niðast.
Miðalaldurin á hópunum hevur ligið í millum 16.4 ár og 21.4 ár. Metið sum elsti svimjari eigur Andrass Thomsen frá 2009, tá hann var 27 ár. Yngsti svimjarin er Benthe Andersen Birita Debes… Elspa Mørkøre, tá hon var 13 ár í 2005.
Hópurin av svimjarum hevur ligið ímillum 7 og 17, meðan heiðursmerkjahálið hevur verið millum 1 og 43.
Tabel yvir einstaklingum við fyrivarni fyri feilum og manglum. G = gull, S = silvur, B = bronsa, M = miðal støða í kappingum og K = tal av kappingum. Tað ber til at sortera í tabellini við at trýsta ovast á kolonnum.
Ein Susvim venjari vísir á, at Benthe er ikki fødd í 1985, sum tað annars stendur í úrslitalistanum frá 1997. Vit halda, at Birita Debes er tann yngsti føroyski svimjarin á oyggjaleikum, men allar føðingardato’ir eru ikki eftirkannaðar enn. Eisini restar fleiri síður í úrslitalistunum, so her koma fleiri rættingar.
Tey, sum svumu 13 ára gomul (og Tanja í summar), hava fylgjandi føðingardagar (og OyL-debut ár):
Elspa Mørkøre 22. oktober 1991 (2005)
Tanja Skaalum 17. oktober 2007 (2011)
Elin Mørkøre 17. september 1983 (1997)
Birita Debes 17. august 1995 (2009)
Rúna Poulsen ?? ?? 1975 (1989)
Av misgávum havi eg skrivað, at Martin Venned vann bronsu í 50 frí í 1991. Hann vann silvur. Tað merkir, at Martin er farin frá pláss 15 til 11 og øll millum pláss 11 og 15 eru flutt eitt pláss niður.
Talvurnar skulla takast við fyrivarni fyri feilum og manglum.
Hóast teir áttu 3. bestu tíð, so vunnu Elmar Ósá og Jákup Johansen ikki bronsu í ávikavist 100 rygg og 100 bringu, tí teir luttóku í B-finalunum, har ikki ber til at vinna heiðursmerki. Ak ja, hevði støðan verið tann sama í Dubai.
Tað merkir at Elmar er farin frá pláss 24 niður á 27 og Jákup frá pláss 30 til 35.
Elmar Ósa vann OyL-silvur í 1985 í 66.6 m frí. Hann fer tí frá einum 27. plássi upp á 22. pláss. Heri, Kenneth og Kristian flyta eitt pláss niður. Tað merkir eisini, at føroyingar vunnu eitt heiðursmerki í 1985.
Beinta Nielsen úr VS luttók á oyggjaleikum í 1985 og svam 66.6 m frí. Tað vil siga at í alt luttóku 8 føroyingar í 1985. Beinta var 13-14 ára gomul í 1985.
Tað er ikki at síggja í úrslitalistanum frá Isle of Wight í 1993, men eftir øllum at døma luttók Helga Mikkelsen úr Ægir í onkra stafett. Sostatt vóru tað 4 kvinnur í føroyska ferðaliðnum. Helga var 16-17 ár í 1993.
Kristian Martin Joensen (HS) luttók í 1995 í 200 rygg. Sostatt vóru tað 6 menn við á Gibraltar. Kristian Martin var 15-16 ár í 1995.
Eg kom til at telja éina Rannvá í 1997. Tær vóru tvær (Dahl og Jacobsen).
Av óvart havi eg talt, at Elspa fekk 4 gull í 2007. Hon vann 5 gull.
Karina æt Eliasen á oyggjaleikum í 1995 og 1997, men aftaná giftu æt hon Petersen á oyggjaleikum í 2005 og 2007. Nú eru hagtølini lagt saman undir “Karina Petersen” í tabellini. Eisini havi eg rættað talið av debuttantum í 2005 og royndum svimjarum í 2007.