Krista Mørkøre kláraði fyri løtu síðani kravtíð til EM fyri brekað í summar, á stóru German Open svimjistevnuni í Berlin. Tíðin hjá Kristu var 35.11 sekund í 50 frí á langgeil, har kravtíðin til EM í summar var 35.63, sum rakk til bronsuheiðursmerki í hennara bólki. Kravtíðir til EM skulu klárast í 50 metra hyli, sum var orsøkin til at Krista fór til netupp hesa stevnu, so tað er super hjá henni at klára eina longu í fyrstu kapping. EM í svimjing fyri brekað verður í somu høll sum Krista svimur í netupp nú, Europasportpark Berlin hin 3. til 10. juli 2011.
ÍSB veit nú at siga at Krista vann bronsu í kappingini
http://www.isb.fo/avbera+gott+urslit+hja+kristu.html
Eftir øllum at døma hevur hennara kapping verið beinleiðis finala, so eg rætti tekstin omanfyri.