2. mai fer Forsvarsbygg at kunngera hvør sum sleppur at langtíðarleiga gamla kloakk-anleggið undir Festningsplassen í Oslo, sum hevur verið niðurlagt síðani 1979. Eitt boð er frá norska svimjisambandinum, at gera kloakk-hyljarnar um til eitt 4000 fermetrar stórt vatnland við 4 langgeilum á 50 metrar til venjing og rørslu, ein 50 metrar hyl til svimjifrálæru og spæl, eitt øki til kaving, og eitt til at slappa av í. Les aftenposten.no.

Má eg skjóta upp fylgjandi motto: “This pool has been peed in … a lot!”