Í tyska býnum Spremberg eru tey farin í hina veitina tá ið tað kemur til at fáa stevnur (og kappingar) at vera so stuttar sum gjørligt, nú tey skipaðu fyri kapping í 48 tímar svimjing. Danska Grith Sigsgaard varð serliga innboðin, sum ein ið ger seg galdandi á veruliga langum teinum, og vann eisini umframt at seta heimsmet 125 kilometrar uppá 48 tímar. Tað eru 2.6 kilometrar um tíman, døgnið runt í 2 dagar. Les SwimNews.dk.
Sigsgaard var venjari á rørsluliðnum í Nord, sum eg vandi á tá ið eg gekk á trenaraskúla í Aalborg. Tað var hon sum vísti mær hvussu hálendarar koyra lítlafingur í vatnið fyrst og snara inneftir, heldur enn peikifingur og snara úteftir 🙂