Ægir-svimjarin Krista Mørkøre hevur ikki ligið á latu síðuni, fyri tað um vit ikki hava hoyrt frá henni síðani fríggjadagin. Í gjár vann hon bronsu í 400 frí við 5:51.29 og silvur í 50 bringu við 47.01, og í morgun vann hon bronsu í 200 frí við 2:48.25, bronsu í 100 bringu við 1:42.09 og bronsu í 200 blandað við 3:28.06. Tilsamans hevur hon harvið vunnið eini 3 silvurheiðursmerki og 5 bronsuheiðursmerki á stóru German Open meistarastevnuni í Berlin.