Fyrrverandi hæddarleyparin Patrik Sjöberg gav her í vikuni út bók har hann avdúkaði at hann varð kynsliga misnýttur av venjara og fosturpápa sínum, frá hann var 10-11 ár og inn í tannárini. Og segði seg at vera vísan í at skandalan fór at vaksa. Corren.se og www.simma.nu/se vísti stutt eftir á at svimjifelagið Linköpings ASS vóru fordømi við politikki ímóti seksuellum ágangi, eftir at hava lært tað tann harða vegin. Men so traðkar OL-svimjarin Ida Marko-Varga fram, í Expressen og á bloggu síni, við søguna um hvussu hon fyri 8 árum síðani varð misnýtt av venjaranum í netupp Linköping, sum at enda varð dømdur, men sum tó enn arbeiðir í svimjifelagnum, og sum hon so seint sum til EM í Eindhoven 2010 mátti vísa á at hon ikki vildi hava sum sín landsliðsvenjara.
Onkur ónevnd genta traðkar nú eisini fram við sínari søgu:
http://www.dn.se/sport/hon-uppmanades-tiga-om-sexovergreppen
Longri frágreiðing her um hví tey valdu at lata venjaran verða verandi í felagnum, hóast dóm.
http://www6.idrottonline.se/LinkopingsASS-Simning/Nyheter/Egnanyheter/Fortydligandefranstyrelsen/
Í Expressen koyrir so ein nýggj søga um ein 24 ára gamlan venjara í Skåne sum varð uppsagdur vegna onkur SMS til tvær gentur í 13-14 ára aldrinum:
http://www.expressen.se/nyheter/1.2423393/simtranare-sparkad-efter-sms