Darren Mew fer at luttaka á Isle of Wight

Ellesmere College Titans veit at siga at tveir svimjarar hjá teimum fara at luttaka á Oyggjaleikum í summar, 17 ára gamla Poppy Evans fyri Isle of Man, og 31 ára gamli Darren Mew fyri Isle of Wight. Serliga Mew er áhugaverdur, sum OL-finalistur bæði í Sydney ár 2000 og Athen ár 2004, og fleirfaldur heiðursmerkjavinnari í stytru bringusvimjingargreinunum á HM, EM og Commonwealth games. Hann eigur enn oyggjaleikametini 28.25 í 50 bringu og 1:02.99 í 100 bringu.

One thought on “Darren Mew fer at luttaka á Isle of Wight”

  1. Tey eru gott nokk heilt afturi frá 2002-2004, men allíkavæl …

    • 26.72 í 50 bringu á stuttgeil (27.44 á langgeil)
    • 58.63 í 100 bringu á stuttgeil (1:00.02 á langgeil)
    • 2:10.83 í 200 bringu á stuttgeil (2:17.26 á langgeil)

    … tvs. metið í 50 bringu á langgeil er frá 2009 🙂

    http://en.wikipedia.org/wiki/Darren_Mew

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.